Alitíðindi á Aliráðstevnuni

Aliráðstevnan 2011. Hin árliga aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin hin 25. februar 2011. Aliráðstevnan hevur fingið heitið ”Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna” og sipar heitið til, hvussu vit framhaldandi tryggja eina burðardygga føroyska alivinnu við góðum lívfrøðiligum úrslitum. Vit á Fiskaaling meta, at hesin afturvendandi árligi tátturin við aliráðstevnu hevur alstóran týdning fyri føroysku alivinnuna. Hetta er dagurin hjá føroysku alarunum, har teir kunnu koma saman at tosa um felags áhugamál og samskifta um teirra royndir í vinnuni. P/F Fiskaaling verður høvuðsstuðul til ráðstevnuna. Tað er sera týdningarmikið, at tað verður granska í alivinnuni og er okkara visión at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli at økja enn meira um dygdina í alingini. Fiskaaling arbeiðir, sum einasta felag av sínum slagi í Føroyum, burturav við gransking og menning innan alivinnuna, og á aliráðstevnuni verður høvi til at hoyra nærri um nakrar av verkætlanunum hjá Fiskaaling. Tað er at fegnast um, at gransking innan aling er ment somikið, at vit kunnu hava fleiri føroyskar fyrilestrahaldarar á Aliráðstevnuni hesa ferð. Granskararnir, Regin Arge og Ása Jacobsen, fara at greiða frá úrslitum frá kanningum av laksi og laksalús, tvs. um úrslit frá teljingum, resistenskanningum og populasjónskanningum. Eisini fer Magnus Pauli Magnussen, granskari, at greiða frá verkætlan um góðsku á føroyskum laksi. Næsta eintak av Alitíðindum kemur eisini út á Aliráðstevnuni.