Alitíðindi útkomið

Fjórða útgávan av Alitíðindi 2014 er komin út. Í Alitíðindi hesaferð eru greinar um spennandi verkætlanina við at ala rognkelsi í Nesvík. Eisini verður greitt frá um lívfrøðiliga avbjóðingar í framleiðsluni hjá Fiskaaling. Sagt verður frá tænastunum, Fiskaaling veitir alarunum í samband við lúsateljing og kanning av fiski í samband við møguligar sjúkur í umhvørvinum. Greitt verður eisini frá verkætlan við streymkanning á alistøðini Gulanum í Nólsoyarfirði. Sum vanlig eru eisini nógv hagtøl, sum hava við føroyska alivinnu at gera, í útgávuni. Alitíðindi síggjast her