Amanda Vang á Vitan til varandi aling 2023

Amanda er leiðari á deildini Biotøkni á Fiskaaling. Hon hevur PhD í Biomedical Science frá University of Connecticut Health Center í USA, og hevur granskingarroyndir innan mýlislívfrøði og slímhindaheilsu. Hon hevur lagt nógv arbeiði í at skilja, hvussu broytingar í umhvørvinum kunnu viðføra til kroniska inflammation.

Á ráðstevnuni fer Amanda at greiða frá arbeiðinum hjá Fiskaaling at kanna pinkuhvalspýggju í sjónum. Pinkuhvalspýggja kann hava neiliga ávirkan á táknur og slipu hjá alifiski, og mátingar av pinkuhvalspyggju í sjónum kunnu sostatt verða við at geva eina heildarfatan av heilsustøðuni hjá fiskinum.

Mongdin av hvalspýggju í sjónum kann setast í samband við broytingar í umhvørvinum. Tí kann vitan um hvalspýggju verða týðandi vitan, sum skal brúkast í planleggingini av alivirkseminum á okkara firðum.

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra