Meting av gaping í flaki (savnsmynd)

Bakteriusamfeløg í goymsluumhvørvinum hjá alilaksi

Nýggj vísindalig grein: Samansetingin av bakteriusamfeløgum hava stóran týdning í sambandi við hagreiðing av laksi. Talan er um bakteriur í laksinum og í umhvørvinum við slátur og undir køligoymslu. Eisini er samband millum bakteriusamfeløgini og ávísan enzymaktivitet, ið kann ávirka flakagóðskuna.

Tað er Ása Jacobsen, sum dagliga starvast sum granskari hjá P/F Fiskaaling, ið júst hevur givið út nýggja grein í vísindaliga tíðarritinum PeerJ. 

Kanningin er grundað á áður útgivin úrslit, sum vísa, at tað hevur neiliga ávirkan á flakagóðskuna hjá alilaksi, um búkholan ikki er reinsað nóg væl við slátur. Í greinini verður hugt at, hvussu bakteriusamfeløgini eru samansett í tarmsýnum tikin við slátur og í sýnum av slipu, innan úr búkholuni og av goymsluísinum, tikin leypandi yvir 7 dagar, meðan laksurin liggur í køligoymslu. Eisini enzymaktivitetur, ið kann niðurbróta bindivevnað í flakinum, varð kannaður í hesum somu sýnunum.

Úrslitini vístu, at tá bakteriusamansetingin innan í búkholuni líktist tí í tarmsýnunum, var enzymaktiviteturin eisini høgur, eins og í tarmsýnunum. Høgi enzymaktiviteturin í tarmunum kann skyldast bæði enzymir, sum laksurin sjálvur letur út í tarmin, og tarmbakteriur, sum gera nógv ymisk enzym, ið niðurbróta ymisk evni. Høgi enzymaktiviteturin í búkholuni kann tí eisini skyldast antin enzymir, sum laksurin sjálvur ger, og/ella enzymir frá tarmbakterium.

Tá bakteriusamansetingin í búkholuni var ørvísi enn í tarmunum, var enzymaktiviteturin lágur. Tað er tískil meiri sannlíkt, at niðurbróting av bindivevnaðinum orsakað av ikki nóg væl reinsaðari búkholu skyldast bakterium og/ella vesku frá tarmunum, heldur enn tað skyldast eitt nú blóði, ið eisini inniheldur ymisk enzym.

Í greinini er eisini nógv grundleggjandi vitan um, hvørjar bakteriur eru til staðar í goymsluumhvørvinum hjá alilaksi, og hvørjar broytingar fara fram í goymslutíðini.

Ása Jacobsen, granskari.

Kanningin er partur av Ph.D. verkætlanini hjá Ásu Jacobsen. Viðhøvundar eru Jonhard Eysturskarð, Hóraldur Joensen og Svein-Ole Mikalsen.

Leinkja til greinina verður løgd út her, tá hon verður tøk.