Debes Hammershaimb Christiansen á Vitan til varandi aling 2023

Debes er granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hann hevur, síðani hann byrjaði á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 2002, drúgvar granskingarroyndir við ymiskum sjúkuelvandi bakterium og vira, serliga fiskasjúkum og ILA hjá alilaksi. Áðrenn hann flutti til Føroya í 2004 arbeiddi hann sum granskari í blóðkrabba á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í sjey ár.

Debes hevur útgivið eina røð av vísingaligum greinum, hildið framløgur á ráðstevnum úti í heimi og luttikið í ymiskum altjóða granskingarsamstørvum.

Í síni framløgu fer Debes at hyggja eftir, hvussu mekaniskar viðgerðir fyri lús ávirka sjúkustøðuna hjá alilaksi í Føroyum. 

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra