Eirik Mikkelsen á Vitan til varandi aling 2023

Eirik hevur PhD í búskapi og samfelagsfrøði frá Universitetinum í Tromsø. Hann starvast sum granskari á NOFIMA. Hansara granskingararbeiðið fevnir um samfelagsviðurskifti, ið eru knýtt at alivinnuni í Noregi, herundir nýtslu av norsku firðunum.

Framløgan hjá Eiriki, sum hevur heiti "Transparency and Social Acceptance of Aquaculture. The Norwegian Sustainability-in-Aquaculture Web-portal", snýr seg um hvussu ali-portalurin Barentswatch, ið inniheldur eina ørgrynnu av upplýsingum um aling, verður brúktur av almenningunum.

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra