Eydna í Homrum á Vitan til varandi aling 2023

Eydna í Homrum er granskari á uppsjóvardeildini á Havstovuni. Harafturat fæst hon við rannsóknartúrar, stovnsmetingar o.a. Serøkið hjá henni er sild og brislingur, men hon tekst eisini við annan uppsjóvarfisk.

Á ráðstevnuni fer Eydna at lýsa ferðingarmynstrini hjá teimum trimum stóru uppsjóvarstovnunum norðhavssild, makreli og svartkjafti og at tosa um stutttíðarútlitini fyri stovnarnar grundað á nýggjastu tilmælini frá havrannsóknarstovninum ICES.