Fiskaaling aftur á Jobmatch

Aftur í ár var Fiskaaling við á Jobmatch, sum var í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember. Veðrið var ikki av tí besta, men kortini leitaðu um 500 fólk sær til tiltakið. Fiskaaling hevði bás beint við inngongdina í hølunum, nevnt Skálin, og var ein javnur streymur av vitjandi á básinum undir øllum tiltakinum. Nakrir fyrispurningar vóru um starv á Fiskaaling, men tann heilt stóri parturin var um møguleikarnar fyri at skriva ritgerð innan virkisøkini hjá felagnum sum partur av bachelor eller master útbúgving. Eisini vóru fyrispurningar um samstarv til PhD-verkætlænir. Vit á Fiskaaling eru avgjørt áhugað fyri slíkum samstørvum, og høvdu til høvið gjørt ein lítlan faldara við uppskotum til slíkar verkætlanir, umframt at vit eisini heilsa nýggjum áhugaverdum hugskotum vælkomnum. Til tiltakið varð gjørdur ein faldari við stuttari lýsing av teimum ritgerðunum, sum eru framdar í samstarvi við Fiskaaling seinastu árini. Faldarin við verkætlanarhugskotum kann heintast her, og faldari við undanfarnum ritgerðum kann heintast her.