Fiskaaling bjóðar lesandi at gera serritgerðir

JOBMATCH: Lívfrøðilesandi, verkfrøðilesandi og onnur lesandi hava nakað at síggja fram ímóti í sambandi við Jobmatch í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, har Fiskaaling eins og seinastu árini fer at hava ein bás. Serliga er Fiskaaling áhugað í lesandi, ið hava ætlanir um at skriva serritgerðir innan virkisøkini hjá Fiskaaling.

Ein av mongu afturvendandi luttakarunum á Jobmatch, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. desember, er Fiskaaling. Serliga vendir Fiskaaling sær til lívfrøðilesandi og verkfrøðilesandi, men eisini lesandi inna onnur fak.

Granskingararbeiðið á Fiskaaling hevur til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, sum alingin virkar í. Serliga verður dentur lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.

Granskingin á Fiskaaling komandi árini hugsavnar seg serliga um burðardygga nýtslu av firðum, lús og smittu, aling á landi, fiskavælferð og nýggjar framleiðslumøguleikar.

Jobmatch er eitt gott høvi at koma í samband við tey lesandi. Eitt úrslit av hesum er, at alsamt fleiri við loknari útbúgving hava gjørt verkætlanir í samstarvi við Fiskaaling.

Nógv gransking og granskingarsamstørv
Serliga innan náttúruvísind er Fiskaaling eitt áhugavert stað at tilogna sær royndir í lestrartíðini. Hetta sæst millum annað við, at lesandi við jøvnum millumbilum venda sær til Fiskaaling, tá tey í sambandi við lesnað ætla sær undir verkætlanir av ymsum slagi. Í hesum sambandi standa hurðarnar hjá Fiskaaling í mest møguligan mun opnar fyri lesandi at sleppa at royna seg.

Umframt at fáast við gransking, veitir Fiskaaling eina røð av tænastum til alivinnuna. Eitt nú at gera lúsateljingar, kanningar av rognkelsum, streymmátingar, biofilturkanningar og strongdkanningar.

Fiskaaling luttekur í nógvum granskingarsamstørvum bæði í Føroyum og uttanlands, og í løtuni starvast úti við 30 fólk á Fiskaaling, harímillum lívfrøðingar, verkfrøðingar, havfrøðingar, maskinmeistarar og laborantar. Seks av starvsfólkunum hava eina phd, trý eru phd-lesandi og 10 við útbúgving frá hægri lærustovni.

Á Jobmatch 2018 verður Fiskaaling at finna á bási 28, sum er staðsettur í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi venda sær til Jóhannus Kristmundsson ella Agnes Mols Mortensen.