Fiskaaling luttekur í lívfrøðiligari kanning í norska skergarðinum

Í fjør byrjaði ein stór granskingarverkætlan í Noregi, sum hevur til endamáls at  kanna hvørja ávirkan aling hevur á umhvørvið á aliøkjum í skergarðinum. Ein fylgibólkur mannaður við altjóða serfrøðingum skal fylgja við og annars luttaka í verkætlanini.  Gunnvør á Norði, lívfrøðingur og granskari á Fiskaaling, er limur í altjóða fylgibólkinum saman við starvsfelagum  úr Kanada, Fraklandi, Danmark og  Australia. Fyrr eru lutfalsliga umfatandi kanningar gjørdar av, hvussu leivdir frá aling á sjónum spjaðast og ávirka inni á alifirðunum. Á hesum økjunum er rákið lutfalsliga spakt, og leivdirnar frá alingini fella stórt sæð niður á botn undir ella nær við alibrúkini. Tey seinnu árini er alingin í Noreg broytt munandi, við at økini verða løgd longri úti í skergarðinum, har rákið er harðari. Men samstundis sum alingin er flutt, eru alibrúkini eisini vaksin munandi.  Vandin er tá, at leivdirnar frá hesum alt vaksandi alibrúkunum verða tikin við rákinum og upphópast á ávísum støðum. Serliga um nøgdin av alifiski verður stór, ella leivdir frá fleiri nærliggjandi alibrúkum savnast á sama staði, verður mett, at vandi kann verða fyri árini á henda meira viðbrekna havbotnin. Gunnvør á Norði hevur gjørt umfatandi kanningar av botninum í Kalbaksfirði, í  Sundalagnum norðan fyri Streym, sum eru rættiliga vard øki, og á Funningsfirði, har havalda er við til at reinsa botnin. Arbeiði í Funningsfirði er sera viðkomandi fyri norsku granskingarverkætlanina, har ætlanin millum annað er at kanna, í hvønn um streymur og alda eru við til at reinsa botnin undir aliringunum. Tað er Havforskningen í Bergen, sum stendur fyri verkætlanini saman við granskingarstovnunum  Uni research og NGU á Universitetinum í Bergen. Alifeløgini Marine Harvest, Åkerblå og Salmar luttaka í verkætlanini við at tey hava givið loyvi til, at botnsýn verða tikin við aliøki hjá teimum. Verkætlanini verður stuðlað av norska granskingarráðinum við um 50 mió NOK.  Meira kann lesast um verkætlanin í grein á Ilaks.no sum kom út fyrr í summar: http://ilaks.no/vil-finne-grensen-for-baerekraftige-oppdrettslokaliteter-langs-kysten/