Fiskaaling skal hava nýggjan stjóra

Stjóraskifti verður í næstum á P/F Fiskaaling. Kristian Petersen, sum hevur verið stjóri seinastu árini, hevur boðað nevndini frá, at hann ynskir at taka við nýggjum avbjóðingum, og hevur tí sagt seg úr starvinum sum stjóri á Fiskaaling. Øystein Patursson, varaleiðari, tekur fyribils við stjórastarvinum, til nýggjur stjóri er settur. Kristian Petersen tók við eftir Ingolf Joensen í 2010. Kristian hevði áðrenn tað í mong ár starvast innan føroyska fíggjarheimin. "Hetta hava verið fimm sera góð ár. Eftir mong ár í fíggjarvinnuni var starvið sum stjóri á Fiskaaling ein ógvuliga spennandi og øðrvísi uppgáva. Spurningurin er altíð, nær tað er rættast at leita sær nýggjar leiðir, og eg meti, at eftir góð fimm ár er tíðin búgvin til nýggjar avbjóðingar,” sigur Kristian Petersen. Fiskaaling er einasta felag í Føroyum, sum burturav arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna, og stendur í dag m.a. fyri at veita rogn og yngul og aðrar tænastur til føroysku alivinnuna. Í dag starvast um 40 fólk á Fiskaaling. "Fiskaaling hevur nógvar spennandi uppgávur fyri framman, og nú Kristian hevur valt at gevast, er umráðandi, at vit finna rætta persónin at lyfta hesar uppgávurnar skjótast gjørligt,” sigur Kristoffur Laksá, nevndarformaður. Fram til stjóraskiftið røkir varaleiðarin á Fiskaaling, Øystein Patursson, stjórastarvið. Øystein er umframt varaleiðari eisini granskingarleiðari á Fiskaaling.