Frode Oppedal á Vitan til varandi aling 2023

Frode Oppedal, PhD, starvast sum granskari á Havforskningsinstituttet í Norra. Hansara gransking snýr seg í høvuðsheitum um fiskavælferð, og hvussu lívfrøðiligar fortreytir eiga at vera grundarlagið undir alivinnuni. Granskingin hjá honum fevnir um laks og reinsifisk í alibrúkum á sjónum, teirra atburð og mørk fyri vælferð í vinnuligum, náttúrliga broytandi og eftirgjørdum umhvørvum. Hansara gransking hevur ført til menning av fleiri fyribyrgjandi tiltøkum ímóti lús, ið er grundað á grundleggjandi vitan um atburð og menning hjá laksalúsini.

Framløgan hjá Froda á ráðstevnuni eitur “Dybdebasert forebygging mot lus – effektivitet og velferd ved bruk av skjørt, snorkel og nedsenkning satt i perspektiv mot dagens avlusing”.

Les skránna her.

Les kunning um røðarar her.