Fyrilestur um tosk

Lívfrøðingafelagið skipar fyri fyrilestri týskvøldið 28. februar kl. 19.30. Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi á Fiskaaling heldur fyrilesturin við heitinum: "Ílegukanningar av landgruns- og bankatoski" Serligur áhugi hevur ofta verið fyri bankatoskinum, ið er sera stórur, vakur og góður fiskur samanborið við annan tosk. Vakstrarumstøðurnar eru serstakliga góðar á bankanum og hava helst sítt at siga. Men í hvønn mun kann orsøkin til serligu eginleikarnar hjá bankatoskinum vera at finna í ílegunum? Hesin spurningur verður settur í einari PhD verkætlan, ið fer fram á Fiskaaling, og nøkur úrslit úr hesari verkætlan vera løgd fram. Verkætlanin umfatar eisini viðurskifti í sambandi við aling av toski og vit fara í hesum sambandi at viðgera týdningin av ílegukanningum í aling.” Fyrilesturin verður hildin á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð og øll eru vælkomin.