Fyrireikingar til vísindavøku

27. og 28. september 2012 skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni.  Hetta verður størsta Vísindavøkan higartil av tí, at tey hava fingið fíggjarligan stuðul til tiltakið frá ES. Tiltakið verður í Fabrikkini hjá Østrøm Nógv áhugavert er á skránni, eitt nú eru tvær kappingar útskrivaðar, ein filmskapping og ein kapping um bestu granskingarmiðlingina. Eisini er farið undir at gera eitt serligt Vísindavøkublað, sum kemur út í september. Granskingarstovnarnir, m.a. Fiskaaling, skulu fyrireika básar, har granskarar fara at vísa fram og fortelja um sína gransking.  Meira fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.