Fýra fólk av Fiskaaling á Sea Lice 2014 ráðstevuni

Ráðstevna um laksa- og seiðalús varð  í seinastu viku hildin í USA. Granskarar frá Fiskaaling luttóku á stevnuni. Annaðhvørt ár savnast serfrøðingar og áhugað í parasitiskum sjólýs á eini altjóða vísindaráðstevnu, ið einans viðgerð hetta evnið. Í døgunum 31. august til 5. september í ár varð 10. ráðstevnan av hesum slag hildin í Portland, Maine, USA. Heilar fýra framløgur á ráðstevnuni vóru frá granskarum á Fiskaaling. Framløgurnar vóru "Evaluation of organized delousing in a small ecosystem" við Kirstin Eliasen. "Lumpfish: Optimizing the use of a new cleaner fish" við Ásu Johannesen. "Detection and qualification of planktonic Lepeoptheirus salmonis by real-time PCR" við Agnes Mols-Mortensent. Umframt helt Gunnvør á Norði fyrlesturin "Seasonal changes in the abundance of planktonic Lepeoptheirus salmonis and Caligus elongatus in a fish farming region in the Faroe Islands". Allar framløgurnar gingu væl, men tað var serstakliga framløgan hjá Gunnvør, sum vakti stóran ans. Gunnvør hevur, saman við øðrum, seinasta árið arbeitt við at finna laksa- og seiðalýs í nauplii og kopepodit stadiunum í sjónum, og hevur hetta arbeiðið eydnast væl. Fleiri útlendskir granskingarstovnar hava roynt at megnað hetta sama, men til fánýtis. Tískil vórðu fleiri sera bilsin, tá ið tey sóu hesa framløguna. Laksa- og seiðalús spjaðast einamest, meðan tær eru í nauplii og kopepodit stadiunum. Tí er úrslitið av hesum arbeiðinum sera grundleggjandi, um skil skal fáast á, hvussu hesi skaðadjór spjaðast. Undan sjálvari ráðstevnuni var ein tríggjar daga long workshop, har undirvíst varð í lívfrøði, eyðmerkingarmannagongdir, starvstovuroyndir o.ø., sum hevur við sjólýs at gera. Her luttóku Gunvør á Norði og Kirstin Eliasen.