Amalia Sanz Llorente, Yamikani E. Balaka, Daniella Fatmata Sesay, Krystal Facey and Maria Joaquina Ibarra Arana

Gevandi menningarsamstarv

Seinastu tvær vikurnar hevur Firum havt vitjan av fimm gestum, ið eru komin til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey m.a. vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Hóast veðrið ikki var til vildar og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað.

Tey fimm, ið eru úr Kuba, Malavi, Sierra Leone, Jamaika og Nikaragua, hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og fyrisiting. Harafturat arbeiða tey við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum. Vitjanin í Føroyum er partur av samstarvsavtalu við Ísland, ið inniber, at granskarar frá Firum hava ein virknan leiklut í skeiðnum Fisheries Training Programme, ein av menningarskráunum undir UNESCO-GRÓ, sum eisini umfatar alivinnu. Skeiðið, ið er seks mánaðir, endar við at luttakarar gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi. Væntandi verða granskarar frá Firum vegleiðarar hjá onkrum teirra.

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið m.a. er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv.

Á Firum eru vit fegin um samstarvið við UNESCO-GRÓ, ið er við til at styrkja samstarvið ímillum luttakandi lond. Samstarvið er eisini ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Firum at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum.

 


Fund við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum.

 
Uttanfyri høvuðssæti hjá Firum við Áir.


Maria Joaquina Ibarra Arana, Þór Ásgeirsson (FTP director), Daniella Fatmata Sesay, Krystal Facey, Yamikani E. Balaka and Amalia Sanz Llorente uttanfyri høvuðssæti hjá Firum við Áir.


Virkisvitjan á Vónini í Norðskála. Deildin í Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð.


Jonhard Eysturskarð, leiðari á lívfiskaframleiðsluni hjá Bakkafrost, greiðir frá. 


Kunning um taraaling í Føroyum hjá Ocean Rainforest í Kaldbak.


1, 2, 3 NÚ!