Gransking á breddanum

Nógv fokus hevur verið á gransking í miðlunum í seinastuni og týdningin gransking hevur fyri menning av ymiskum í samfelagnum. Eitt nú eru nógvir møguleikar nevndir í sambandi við nýggju granskingarparkina Innova, aling av øðrum enn laksi, so sum tara, og lívfrøðiliga niðurberjing av laksalús. Fyri stuttum skipaði Tjóðveldi fyri einum almennum kunningarfundi um týdningin av gransking fyri føroyska samfelagið. Øystein Patursson, granskingarleiðari á Fiskaaling, hevði eina framløgu har hann vísti nøkur dømi á verkætlanir á Fiskaaling. Framløgan kann heintast her.