Grein um toskayngul í altjóða vísindatíðarriti

Fiskaaling hevur fingið vísindaliga grein við heitinum "Differential survival among batches of Atlantic cod (Gadus morhua L.) from fertilisation through to post-metamorphosis” almannakunngjørda í vísindatíðarritinum "PLOS One”. Høvuðsrithøvundur er Petra E. Petersen, sum hevur skrivað greinina saman við David J. Penman og John B. Taggart, ið starvast á University of Stirling í Skotlandi, Geir Dahle, sum er á Havforskningen í Noregi og Øystein Patursson, ið eisini starvast á Fiskaaling.   Tað hevur víst seg at vera trupult at fáa lønsemi í aling av toski og øðrum fiskasløgum. Ein av stóru avbjóðingunum er fellið í ynglinum. Viðhvørt er fellið rættuligat stórt, og til aðrar tíðir gongur betur, men orsøkirnar til sveiggini eru ókend. Í greinini verður greitt  frá gýtiroyndum við bankatoski, sum vórðu gjørdar á sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, har fylgt var neyvt við javngomlum avkomi undan átta rognafiskum. Í miðal vórðu 69% av rognunum klakt, og vístu kanningarnar, at støddin á rognakornunum hevur týðning fyri at yvirliva hetta alra fyrsta umleið 14 daga langa tíðarskeiðið. Næsta stigið í royndini var at taka eins nógv rogn undan hvørjum fiski, og lata tey út í trý kør, soleiðis at líka nógv rogn frá hvørjum av teimum átta fiskunum vóru í hvørjum kari. Tá royndin endaði, vórðu ílegukanningar gjørdar fyri at vita, hvørjum rognafiski tey yvirlivandi ynglini vóru undan. Í øllum trimum kørunum var úrslitið, at 90% av avkomunum var undan bert trimum rognafiskum, meðan hinir fimm lítið og einki avkom høvdu, sum yvirlivdi til vaksna yngul stødd. At úrslitini eru eins í øllum trimum kørunum, bendir á,  at ávirkan av umhvørvinum ikki hevur ávirkan. Hóast tað kunnu vera fleiri orsøkir til úrslitini, geva hesar royndirnar, saman við øðrum kanningum, ábendingar um, at yvirliving hjá toskayngli er tengt at íleguslagnum. Við øðrum orðum, so bendir hetta á, at tað ikki bara er talið á rognafiskum, men eisini slagið, sum er avgerandi fyri hvussu nógv kemur undan einum árgangi,  og er hetta við til at økja um sveiggini í stovnsstøddum bæði hjá aldum og villum fiski. Arbeiðið handan greinina er fíggjað av Fiskaaling, Granskingarráð Føroyar og Scottish Funding Council, og var partur av PhD-ritgerðina, sum Petra E. Petersen vardi við University of Stirling í januar 2015. Greinin kann lesast her:   http://dx.doi.org/10.1371/journal.pone.0158091