Helvtin av rognunum seld

Fyrstu rognini frá strúkingini í november – december í fjør eru í morgun pakkað og send til smoltstøðini við Gjógv. Nú er helvtin av ársframleiðsluni seld, sigur Astrid Hansen, framleiðsluleiðari. Fiskaaling arbeiðir støðugt fram í móti at kunna selja rogn alt árið. Hetta verður gjørt við ljósstýring, sum ger, at til ber at fáa fiskin gýtingarbúnan eftir ynski. Sum er verður roknað við, at tað í ár fer at bera til at selja rogn í 10 mánaðar. Seinasti lívfiskurin í hesum umfari varð strokin í februar, og rognini verða latin í juni. Byrjað verður aftur at strúka í august.