Karin Margretha H. Larsen á Vitan til varandi aling 2023

Karin Margretha H. Larsen er deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni. Hon hevur PhD í fysiskari havfrøði (2009) og granskar m.a. í rákinum tvørtur um Grønland-Skotland ryggin. Á ráðstevnuni fer hon at greiða frá um broytingar í hita og saltinnihaldi í sjónum á Landgrunninum og hon fer eisini at tosa um hvussu hitin hevur verið í føroyskum sjógvi higartil í ár, nú sjógvurin í Norðuratlantshavi var met heitur fyrr í ár.

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra