Lúka 16: Hevur tú hoyrt um eDNA og UNIFIeD?

Fyrr í ár útgav Norðurlandaráðharraráðið frágreiðingina “Perspectives on implementation of eDNA methods in Northeast Atlantic marine monitoring: A basis for researchers and stakeholders to discuss challenges and ambitions”. Frágreiðingin tók støðið í verkætlanini UNIFIeD (Unifying Nordic Initiatives and Fostering Involvement on eDNA), sum Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, var leiðari á. Verkætlanin var eitt samstarv millum granskarar á 8 stovnum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi, sum hava royndir við at nýta umhvørvis DNA (eDNA) mannagongdir í havgransking og -yvirvøku.
 
Endamálið við UNIFIeD verkætlanini var at lýsa verandi støðu av nýtsluni av eDNA mannagongdum í havgransking og -yvirvøku um okkara leiðir. Hetta innibar m.a. at:
 
1) Eyðmerkja høvuðsavbjóðingar og -mál hjá luttakandi londunum innan økið.
 
2) Útvega ein møguleika fyri øktum samskifti millum granskarar og áhugapartar innan politisku og umsitingarligu skipanini.
 
3) Økja um kunnleikan hjá einkultu granskarunum um styrkir, avbjóðingar og mál hjá einkultu londunum og harvið betra um møguleikan fyri gevandi samstarvi millum Norðurlond innan økið.
 
Hóast eDNA kanningarhættir eru sera góð amboð at nýta í havgransking og -yvirvøku, so vantar enn ein felags leistur bæði innan ávísar tekniskar avgerðir og meira yvirskipað innan brúk og tulking av hesum kanningum. Hetta ger, at arbeiði at integrera eDNA kanningar í havgransking og -yvirvøku gongur nakað striltið. Ymsastaðni verður arbeitt við at menna nationalar strategiir og mannagongdir, meðan onnur lond onki felags stev hava. Vitanin, sum UNIFIeD verkætlanin framleiddi, ið eisini er lýst í frágreiðingini, gevur eitt gott grundarlag hjá granskarum og øðrum áhugapørtum at kjakast um hesar avbjóðingar og menna ein felags leist, bæði nationalt og internationalt.
 
Hóast verkætlanin er liðug, heldur samstarvið millum luttakandi granskararnar fram.
 

Luttakarar í verkætlanini eru:

Føroyar: Havstovan, Fróðskaparsetrið og Fiskaaling

Grønland: Pinngortitaleriffik (Grønlands Naturinstitut)

Ísland: Matís, Marine and Freshwater Research Institute (MFRI) og Háskóli Íslands

Norra: Arctic University of Norway