Myndlateldutoymið á Fiskaaling: Tróndur T. Johannesen, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Tróndur Kragesteen og Birgitta Andreasen.

Lúka 17: Visti tú, at Fiskaaling hevur eina superteldu?

Okkara supertelda ella Háavrikandi Teldumegi (HPC) hevur veruliga fingið roynt seg seinasta árið sum ein partur av værkætlanunum FMHAT og FjordProcess.
Tað er vanligt at geva superteldum nøvn og okkara á Fiskaaling nevna vit Kvæsir.
Í sambandi við verkætlanina FMHAT hevur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, roknað við havmyndilinum FarCoast og gjørt eitt 20 ára bókasavn við havfrøðiligum dátum í 2 km upploysn runt um allar Føroyar.
Hetta bókasavnið eftirkanna vit nú, og eftir hetta eru dátur tøkar av salti, hita og streymferðum fyri hvørjar 2 km av øllum føroyska landgrunninum síðstu 20 árini.
Sjálvt um okkara supertelda er umleið 60 ferðir so skjótt sum ein vanlig fartelda, tekur tað fleiri mánaðir at koyra eitt tílíkt bókasavn.

Myndlateldutoymið á Fiskaaling: Tróndur T. Johannesen, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Tróndur Kragesteen og Birgitta Andreasen.