Lúka 21: Visti tú, at tað ber til at kanna kyn hjá laksi?

Tað er ikki sjónligur munur á silja- og rognafiski hjá laksi fyrr enn hann er kynsbúgvin. Áðrenn 2014 var tí neyðugt at drepa fiskin fyri at staðfesta um talan var um silja- ella rognafisk.

Í 2013 funnu granskarar úti í heimi eina ílegu serstøk fyri siljafisk hjá laksi, sum bar við sær, at vit á Fiskaaling longu í 2014 høvdu ment eina skjóta mannagongd, har tað umvegis ílegukanningar (qPCR) ber til at staðfesta siljafiskarnar, longu meðan fiskurin enn er yngul. Við at klippa eitt petti av stertinum og nýta hesa mannagongd, ber til at skyna mun á silja- og rognafiski.


 
Í sambandi við rognaframleiðslu er ikki tørvur á eins nógvum siljafiski og rognafiski. Ein siljafiskur kann gita rogn undan fleiri rognafiskum og tað er tí nógv at spara við ikki at ala ov nógvar siljafiskar.
Kynsbýtið hjá laksi er umleið helvt um helvt silja- og rognafiskur. Rognaframleiðarar kunnu tí vinna nógv við at staðfesta kynini á fiskinum og harvið velja, hvussu nógv av hvørjum kyni teir skulu hava í framleiðsluni.  Tað, sum teir ikki vilja hava í sínari framleiðslu, kann so setast út, sum vanligur alilaksur. 


qPCR tól (les meira: Quantitative PCR (qPCR))