Lúka 3: Hvat ger ein finskur granskari á Fiskaaling?

Árið 2023 hevur verið læruríkt á Fiskaaling við fleiri nýggjum samstørvum um gransking, starvsvenjing og vitanardeiling. Seinasta hálvárið hava vit verið so heppin at havt finsku Sirpu Lehtinen á starvsvitjan á biotøkniligu deildini á Fiskaaling.

Sirpa er granskari á umhvørvisstovuni SYKE í Finnlandi. Hon hevur drúgvar granskingarroyndir við yvirvøku av plantuæti, sum vit á Fiskaaling hava havt stóra gleði av. Í sambandi við starvsvitjanina hevur hon arbeitt nógv saman við granskarum á Fiskaaling og Havstovuni.
Afturat arbeiðnum á Fiskaaling, hevur hon eisini fingið roynt seg í øðrum samanhangum m.a. við at reka seyð í rætt og uppliva eitt føroyskt jólaborðhald við góðum føroyskum felagssangi og aktiviteti.
Starvsuppihaldið er liður í skiftisskipan hjá Norðurlandaráðnum, ið gevur almennum starvsfólkum møguleikan at arbeiða í øðrum Norðurlandi í eitt tíðarskeið.