Ársins fyrstu kúlulaksar vórðu fingnir í Skálafirði

Lúka 6: Visti tú, at 2023 er kúlulaksaár?

Áðrenn 2017 var kúlulaksur forkunnugur fongur í Føroyum, men síðani tá hevur kúlulaksur støðugt verið at fingið annaðhvørt ár, t.e. ólíka ár. 2023 er ólíka ár, og fekk Fiskaaling fráboðanir um fýra kúlulaksar í ár. Hetta er tað minsta, ið er skrásett síðani Fiskaaling fór undir skrásetingarnar í 2018. Í 2019 var talið av fráboðaðum kúlulaksum seks fiskar og í 2021 sjey fiskar. Hini árini eru fiskar av báðum kynunum fráboðaðir, men í 2023 vóru tað einans siljafiskar, ið vórðu fráboðaðir.


Ársins fyrsta kúlulaks fiskaði Jon Palmi Petursson. Hann vigaði 2430 g og var 57,5 cm til longdar, og er harvið størsti kúlulaksurin, ið er fráboðaður í Føroyum.


Thomas Rasmussen fekk eisini ein kúlulaks á húkin í Skálafirði. Hesin vigaði 1720 g og var 57 cm til longdar.

Útbreiðsla av kúlulaksi í Føroyum