Fyrr í ár vóru Tróndur Kragesteen, Gunnvør á Norði, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Birgitta Andreasen og Tróndur T. Johannesen frá Fiskaaling á verkstovu í Skotlandi.

Lúka 7: Hvat man verkætlanarheitið SLUG standa fyri?

SLUG stendur fyri Sea Lice Uncertainty Group og er heitið á verkætlanin, ið snýr seg um óvissur í modellering av lúsaspjaðing.
Lúsamyndlan er eitt amboð, ið verður brúkt bæði í almennari umsiting og til dagliga planlegging í vinnuni. Fyrr í ár vóru fimm granskarar frá Fiskaaling á verkstovu í Pitlochry í Skotlandi saman við 15 granskarum úr Skotlandi og Norra. Endamálið við verkstovuni var at viðgera óvissur í modellering av lúsaspjaðing. Hesi trý lond hava nógv alivirksemi og hóast náttúra, dátugrundarlag og lóggávur eru ymisk, hava vit nógv felags áhugamál, og tað er av stórum týdningi, at vit kunna læra av hvørjum øðrum.
Byrjað varð við eini 2-daga verkstovu har vísindaligi og tekniski parturin av modellóvissum varð viðgjørdur. Síðani var ein verkstova við umboðan frá vinnu, miðfyrisiting, aðalráðum og áhugapørtum úr Skotlandi.
Av tí at vísindaumhvørvi nýta ymiskar arbeiðshættir, at lóggávur eru ymiskar, og at náttúrliga umhvørvið er ymiskt, er týdningamikið at finna ein felags leist soleiðis, at úrslitini millum londini kunnu samanberast. Hetta var eitt av endamálunum við verkstovuni.
Nógvar áhugaverdar framløgur vóru á skrá, m.a. legði Tróndur Kragesteen frá Fiskaaling fram á tveimum verkstovum. Hann kunnaði um føroysk sjónarmið og vinklar og um arbeiðið, ið Fiskaaling hevur gjørt við at menna ein lúsasimulator og eitt spjaðingsmodell, saman við tí serliga góða føroyska lúsadátugrundarlagnum.
Eftir hesa verkstovu ásanna vit, at hesi trý londini hava nógv at læra av hvørjum øðrum, og at eitt samstarv er upplagt. Eisini riggar eitt lítið verkstovuformat serliga gott, og tí verður SLUG verkstova aftur hildin á vári í 2024 í Føroyum.
Verkætlanir á Fiskaaling, ið styrka um vitan innan bæði modellering og lús eru m.a. FMHAT, LiceDetached, LUSIM, ADepoPlan.

Tróndur Kragesteen frá Fiskaaling legði fram á tveimum verkstovum.


Tróndur Kragesteen, Gunnvør á Norði, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Birgitta Andreasen og Tróndur T. Johannesen, granskarar á Fiskaaling, luttóku á verkstovuni.