Lúka 8: Visti tú, at lutakastið um 10.000 kr. verður í dag?

Í dag verður lutakast um 10.000 skattafríar krónur. Hetta er fimta árið á rað, at lutakast verður ímillum teir brævbjálvar, sum sílafiskarar hava sent okkum. Í brævbjálvarnar hava teir koyrt roðslu frá sílum. Við at hyggja at roðsluni undir sjóneyku, ber millum annað til at síggja, hvussu gamalt sílið er, hvussu nógv ár tað hevur livað í feskum vatni, hvussu nógv ár tað hevur verið á sjónum og hvussu ofta tað hevur gýtt - alt vitan, ið er týðandi fyri at kenna okkara sjósílastovn betur.
Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanini.
Vit stroyma beinleiðis á Facebook kl. 13.