Marine Harvest besta alifyritøkan

Marine Harvest átti bæði bestu smoltstøðina og besta alibrúkið í 2013 Á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum í dag var kunngjørt, at tann smoltstøðin, sum fekk besta úrslitið í fjør, var smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum. Og Marine Harvest vann, so at siga, The Doubble. Tí tað alibrúkið, sum fekk besta úrslitið í fjør, var alibrúkið á Funnningsfirði, sum Marine Harvest eisini eigur.