Merkisdagar á Fiskaaling

Tey trý Astrid Hansen, Tróndur Joensen og Hansa Fjallstein hava verið meira enn 25 ár í starvi hjá Fiskaaling. Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu við Áir, har Kristian Petersen, stjóri, bar heilsu frá felagnum og handaði teimum trimum blómuheilsan og ein brævbjálva við eini persónligari heilsu.