Moody’s vitjar Fiskaaling

Umboð fyri greiningarstovnin Moody’s vóru í seinastu viku á vitjan á Fiskaaling. Greitt varð frá virkseminum hjá felagnum, og vitjað varð í nøkrum av framleiðsluhølunum. Tvey umboð fyri altjóða fíggjargreiningarstovnin Moody’s hava verið á vitjan í Føroyum. Uppgáva teirra var at kunna seg um støðuna í føroyska búskapinum og gera eina meting, rating, av føroyska búskapinum.  Partur av vitjanini var eisini at síggja føroyskar vinnufyritøkur og stovnar. Ein av vitjanunum var á Fiskaaling, har vitjað varð saman við umboðum fyri Gjaldstovuna. Greitt varð frá søgu og virksemi hjá Fiskaaling við serligum atliti at framleiðslu, gransking og tænastu til alivinnuna. Eftir framløgurnar varð farið at hyggja at støðini við Áir. Hugt varð at nøkrum av hallunum, har rogn og yngul eru. Á myndini oman fyri greiðir Barbara Gregersen gestunum frá um laksayngul, sum gongur í kørunum í framleiðsluhøllini við Áir.