Norskur granskingargrunnur á vitjan

Í sambandi við at Fiskaaling stendur fyri tveimum granskingarverkætlanum, sum norski granskingargrunnurin “Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering” (FHF) fíggjar, vóru umboð fyri FHF og vitjaðu í Føroyum.

Verkætlanirnar, sum Fiskaaling stendur fyri, eru tvey ára langar og eita “Lice Detached” og “Lumpfish and Akvanest”. Báðar verkætlanirnar verða framdar í samstarvi við Bakkafrost. Tari er við í “Lumpfish and Akvanest” sum granskingarpartnari. Fiskaaling hevur fingið játtað fígging frá FHF til verkætlanirnar áljóðandi 3,8 og 2,3 mió norskar krónur og Fiskaaling veitir hartil eginfígging.

Í “LiceDetached”, sum Gunnvør á Norði stendur fyri, verður kannað í hvønn mun lús detta av fiskinum, tá fiskur verður trongdur í aliringinum í sambandi við avlúsing, og í hvussu stóran mun tær kunnu smitta fisk á viðgjørda alibrúkinum ella enntá í alibrúkum nærhendis. Um hetta hendir, kann tað ávirka lúsastøðuna. Núverandi amboð at planleggja eftir hava ikki møguleika at taka hædd fyri hesum, tí tað finnast nærum eingi tøl fyri, hvussu stórur hesin møguligi trupulleikin er.

Lumpfish and AkvaNest”, sum Ása Johannesen stendur fyri, snýr seg um hvussu rognkelsi trívast í aliringum, har livandi tari veksur sum taraskjól (AkvaNest) í mun til har plastikk verður nýtt sum skjól. Rognkelsi hava tørv á at hvíla seg, tí tey svimja ikki líka skjótt sum laksur, og hava heldur ikki sundmaga, sum fiskur vanliga brúkar til at halda seg flótandi í sjónum. Tískil eru skjól sera týdningarmikil partur av umhvørvinum hjá rognkelsum. Í verkætlanini verður kannað, um munur er á trivnaðinum hjá rognkelsum, sum hava livandi taraskjól, og teimum, sum hava plastikkskjól. Samstundis verður kannað, hvørt rognkelsi og laksur hava ymiskan atburð í sambandi við skjólini og um munur er á, hvussu nógva lús tey eta.

Í sambandi við verkætlanir, sum FHF fíggjar, eru vanliga fundir millum FHF, ein óheftan fylgibólk úr vinnuni, og granskararnar, sum eru knýttir at verkætlanini. Hesir fundir eru hvørt hálvár og kunnu fyri tað mesta fara fram yvir internetið. Tó er vanligt at hittast 2-3 ferðir og hesuferð vóru umboðini í fylgibólkinum umframt 4 umboð úr FHF og vitjaðu í Føroyum. Gestirnir hava vitjað inni á Glyvrum hjá Bakkafrost, á Fútakletti hjá Hiddenfjord og eisini í fóðringsmiðstøðini hjá Hiddenfjord í Miðvági. Vitjanin gekk væl, og nøgdsemi við verkætlanirnar, sum fóru í gongd fyri hálvum ári síðani, var gott.

Eftir ætlan verða fyribils úrslit frá verkætlanunum klár í heyst, og báðar verkætlanirnar enda í 2024.