Nýggj starvsfólk

Fiskaaling hevur sett tvey fólk í starv til arbeiði við lúsateljing, eina tænastu felagið bjóðar út til alivinnuna. Nógvar umsóknir komu inn, heili 41 í tali, og nógv væl skikkað fólk vístu størvunum áhuga. Avgjørt varð at seta Kirstin Eliasen sum teljisamskipara og Edvard Joensen sum teljara. Vit ynskja teimum vælkomnum á Fiskaaling og takka somuleiðis øllum umsøkjarum fyri áhugan.