Nýggj tøkni á Fiskaaling

Nýggja HPLC tólið skal nýtast til at isolera bioaktivar peptidir Í nýggjari tíð hevur nógv gransking verið framd innan heilsufremjandi eginleikar hjá peptidum. Nógvir ymiskir hættir hava verið nýttir til framleiðslu av peptidum við heilsufremjandi eginleikum. Hesir eginleikar eru vanliga ikki til staðar tá peptidinar eru partur av einum proteini, men hesir eginleikar koma fram tá tær verða framleiddar frá proteinum við ávísum ensymum. Pepsin, trypsin and chymotrypsin eru ensymir sum finnast natúrligt í maga-tarm skipanini og verða ofta nýtt til hetta endamál, men onnur ensymir frá t.d. bakterium og plantum hava eisini verið nýtt. Ymiskir kanningarhættir verða nýttir til at staðfesta teir heilsufremjandi eginleikarnar hjá teimum framleiddu peptidunum. Um hesir eginleikar verða staðfestir verður hendan vøran kannað nærri fyri at finna útav hvat ella hvørji peptidir í hesi blanding hava hendan eginleika og her verður HPLC oftani nýtt. Heilsufremjandi peptidir kunnu t.d. framleiðast frá proteinum sum finnast í ávísum matvørum sum t.d. mjólk og fiski. Fiskaaling hevur síðani 2010 kannað, um ymiskar fiskavørur hava eina jaliga ávirkan á blóðtrýstið. Umleið 33 % av øllum fólkunum í vesturheiminum hava trupulleikar av ov høgum blóðtrýsti. Eitt ensym sum nevnist ”Angiotensin I converting enzyme” (ACE) spælir ein stóran leiklut í sambandi við stýring av blóðtrýstinum. Peptidir sum hindra arbeiðinum hjá ACE, verða ofta nýttar sum heilivágur ímóti ov høgum blóðtrýsti og øðrum hjarta - og æðrasjúkum. Tílíkar peptidir vórðu fyrstu ferð staðfestar í eiturevninum hjá ávísum slangum og síðani tá eru nógvar tílíkar peptidir framleiddar syntetisk. Vansin við hesum heilivági er tíverri ymisk hjáárin. Hetta hevur ført til at granskarar hava nýtt nógva orku uppá at finna alternativ til hendan syntetiska heilivágin og í dag eru fleiri ymiskar matvørur á marknaðinum sum innihalda peptidir sum hava eina jaliga ávirkan á ACE og blóðtrýstið. Til dømis kann nevnast at Katsuobushi sum er ein fiskaúrdráttur frá tuna og Calpis, Evolus og C12 sum eru mjólkaúrdráttir innihalda peptidir sum hava eina jaliga ávirkan á blóðtrýstið. Fiskaaling hevur staðfest at peptidir úr ymiskum føroyskum fiskasløgum eisini hava eina jaliga ávirkan á ACE "in vitro”. Fiskaaling arbeiðir eisini við at kanna um peptidirnar sum ávirka ACE hava eina jaliga ávirkan á blóðtrýstið hjá fólki "in vivo”. Málið er eisini at kanna hvørjar hesar peptidirnar eru sum hava hesar eginleikarnar. HPLC tólið skal nýtast til hetta endamál. Rávøran verður fyrst viðgjørd við pepsin, trypsin and chymotrypsin og teir bioaktivu eginleikarnir verða kannaðir. HPLC tólið verður síðani nýtt til at deila tær framleiddu peptidirnar uppí fraktiónir sum aftur verða kannaðar fyri bioaktivar eginleikar. Fleiri HPLC trin verða vanliga gjørd áðrenn fraktiónin við teimum bestu eginleikunum verður isolerað og til síðst verður so "mass spectrometry” (MS) nýtt til at staðfesta hvørjar peptidir eru í hesi fraktión sum hevur hendan eginleikan.