Nýtt Alitíðindi (8)

Nýtt Alitíðindi er útkomið. Í blaðnum hesaferð eru umframt fasta táttin hjá Rúna Dam við greining av framleiðsluhagtølum tríggjar greinar um granskingarvirksemi og ein frágreiðing um rognaframleiðsluna. Ása Johannesen greiðir frá um fyribils úrslit frá royndunum at brúka rognkelsi sum reinsifisk, at eta laksalús av alifiski. Hetta er eitt sera aktuelt evni og vinnan hevur stóran áhuga í royndunum. Stóra verkætlanin á Fiskaaling, at royna útgerð og kannað møguleikar fyri at ala á harðbalnum økjum, er nú komin eitt stig longri. Nógv arbeiði liggur til grundar fyri teim royndunum, ið nú verða gjørdar við at seta útgerð út eystanfyri Nólsoy. Heðin Abrahamsen og Edvard Joensen hava skrivað eina grein um hetta. Knud Simonsen greiðir í aðrari grein frá um eina verkætlan, ið skal leggja grund undir ymiskt framtíðar granskingar virksemi í Sundalagnum. Mátingar av hita og saltinnihaldi í hesum sjógvi kunnu vísa, hvussu lagdeilingin er í hesum sjógvi og hvørja ávirkan hetta kann hava á ymisk viðurskifti av vinnuligum áhuga. Rognaframleiðslan á Fiskaaling er undir støðugari menning og Kristian Petersen, stjóri á Fiskaaling, greiðir frá hesari menning. Alitíðindi kann heintast her