Post doc verkætlan

Gunvør á Norðið er byrjað á eina post doc. verkætlan á Fiskaaling í samstarvi við Øystein Patursson. Verkætlanin hevur heiti ”Resuspension of sediments impacted by fish farm wastes” og er stuðla av Bakkafrost við kr. 500.000 og Granskingarráðnum við kr. 749.748.   Í verkætlanini verður kannað hvussu djór og bakteriur í botninum undir alibrúkum reinsa botnin, og hvønn týdning streymur hevur fyr at reinsa botnin. Umframt at kannað miðallrákið verða neyvar mátingar gjørdar av streymviðurskiftinum við tvey alibrúk. Hetta fyri at kanna hvørji fyribrigdi (t.d.havalda, sjóvarfall, vindur) hava mest at siga fyri at rensa botnin. Verkætlanin er sett at taka 1½ ár.