Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Jarðalisfrøðingur, PhD

"Rák í Sundalagnum - norð" - Fyrilestur á Sunda bókasavni

Mikukvøldið 9. november kl. 19 heldur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, fyrilestur á Sunda bókasavni undir heitinum "Rák í Sundalagnum – norð".

Í desember 2021 vardi Sissal, sína PhD-verkætlan "Oceanography of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach", sum snýr seg um rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norð. 

Sissal kemur at greiða frá síni verkætlan og serliga í Sundalagnum og teimum serligu umstøðum, sum gera seg galdandi her. 

Fyrilesturin verður í Sunda bókasavni, sum heldur til í Skúlanum við Streymin.