Sirpa Lehtinen á Vitan til varandi aling 2023

Sirpa hevur eina PhD í “Marine Biology and Biological Oceanographyfrá University of Helsinki. Hon hevur drúgvar royndir sum granskari á finsku umhvørvisstovuni SYKE, har hon hevur arbeitt í 11 ár. Ein av hennara uppgávum á SYKE er at samskipa verkætlan um yvirvøku av plantuæti í Eystursjónum.

Fram til jóla arbeiðir Sirpa á biotøkniligu deildini á Fiskaaling. Uppihaldið er liður í skiftisskipan hjá Norðurlandaráðnum, ið gevur almennum starvsfólkum møguleikan at arbeiða í øðrum norðurlandi í eitt tíðarskeið.
Í sambandi við starvsvitjanina arbeiðir hon saman við granskarum á Fiskaaling og Havstovuni. Ætlanin er at menna hættir at brúka eginleikar hjá teim ymsu algunum til at tulka støðuna í sjónum heldur enn bara hyggja at, hvørji sløg eru til staðar. Á hendan hátt er møguligt at fáa betri innlit í, hvønn veruligan týdning tað hevur, tá samansetingin av plantuæti broytist. Sirpa arbeiðir eisini við at menna hesa tilgongd í Eystursjónum. Á ráðstevnuni 20. oktober fer hon at greiða frá hesum kanningararbeiði umframt hugsjónini við samstarvinum í Føroyum.

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra