Sjósílaverkætlanin – ársfrágreiðing 2021

Gransking: Umfatandi sjósílaverkætlanin hjá P/F Fiskaaling byrjaði í 2019. Verkætlanin er í tveimum pørtum: 1) fellan í Sandá, ið kannar nær sjóbúgvin sjósíl ferðast á sjógv á fyrsta sinni, og 2) kanning av trivnaðinum hjá sjósílum á sjónum.

Sílafellan varð í 2021 sett upp 22. apríl og tikin niður aftur 20. juli

Eins og undanfarin ár sást, at avfallið er avgerandi fyri, nær sílini ferðast á sjógv. Tað merkir, at væl fleiri síl vórðu fingin, tá ið áin var stór. Í 2021 fóru sjósílini, ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, í størstan mun oman í fyrru helvt av juni, ið var umleið tvær vikur fyrr enn í 2020, og tvær vikur seinni enn í 2019. Í 2021 fingu vit tilsamans 241 sjósíl í felluna, ið er væl færri enn í 2019 og 2020. Samstundis vóru sílini eisini munandi verri fyri enn í 2019 og 2020.

Kanningarnar av sílunum á sjónum vórðu framdar eftir tveimum leistum: veiða við gørnum (50 síl) og umvegis sílafiskarar, ið sendu inn roðslu frá sílum, teir høvdu fingið (119 síl). Hesi sílini vigaðu í miðal 347 g og vóru 30,5 cm til longdar, og eins og hjá sílunum í felluni vóru hesi sílini eisini verri fyri samanborin við undanfarin ár, serstakliga í mun til 2020. Lítil munur var í nøgdini av lús á sílunum millum árini, men sílini í 2021 høvdu lutfalsliga fleiri tómar magar.

Verkætlanin heldur fram í 2022, og eru øll hjartaliga vælkomin at senda inn roðslu frá sílum fingin á sjónum. Lesið meira um luttøku í verkætlanini og innsending av roðslu her.

Øll verkætlanin (á enskum) kann lesast her.

Verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.