Sílamerkingar í Norðragøtu í juni 2023

Sjósílaverkætlanin – ársfrágreiðing 2023

Eftir áheitan frá Havbúnaðarfelagnum eru kanningar av sjósílum framdar við tí fyri eygað at kanna nær á árinum sílini fara á sjógv á fyrsta sinni og hvussu trivnaðurin hjá teimum er á sjónum.

Í 2023 varð mannagongdin broytt, og mesta orkan varð nýtt til at merkja síl og fáa eina antennuskipan upp at koyra. Skipanin skrásetir merktu sílini so hvørt tey svimja framvið hana. Skipanin er sett upp nærhendis munnanum á Eiðisá í Norðragøtu. Úrslitini frá henni fara tí at lýsa nær síl ferðast á sjógv og um síl ferðast títtari niðan í ánna, tá ið lúsatalið á fjørðinum er høgt.

Arbeiðið, har sílafiskarar senda inn roðslu og aðra vitan um fingnu sílini, helt áfram í 2023. Úrslitini vístu, at sílini í 2023 vóru væl fyri og høvdu fáar lýs samanborið við undanfarin ár. Hetta var tó ikki galdandi viðvíkjandi hvussu
nógv síl høvdu lús. Eins og undanfarin ár, høvdu sjósílini flest lýs frá juni til august, men í 2023 var á fyrsta sinni boða frá sílum, ið høvdu lús um veturin. Tó eru enn sterkar ábendingar um at sílini lúsa seg av í feskum vatni. 

Øll verkætlanin (á enskum) kann lesast her.