Streymmátararnir tiknir uppaftur

Streym- og aldumátararnir, sum fyrr í summar vórðu lagdir út á Oyndarfirði og Lambavík eru tiknir uppaftur. Ístaðin er lagdur ein mátari út á Vestmannasundi. Mátarin liggur í Sundinum yvir av stóra svinginum á Fútakletti í Vágum. Hann liggur heldur nærri Streymoyarlandinum. Mátarin er merktur við stongboyu við flaggi og ljósi. Heitt verður á skip og bátar á leiðini um at vísa varðsemi.