Streymmáting aftur á heimasíðuni

Fiskaaling ger streym- og aldumátingar eystanfyri Nólsoynna. Mátingarnar verða gjørdar í samband við verkætlanina "Aling á opnum havi". Ein mátiboya sendir einaferð um tíman mátingarnar yvir fartelefonnetið til eina teldu á Fiskaaling, sum sjálvvirkandi leggur mátingarnar á heimasíðuna. Síðsta vetur, tá mátiboyan hevði ligið úti í einar 2 mánaðar, gavst hon at senda streymmátingar, aldumátingar komu tó sum tær skuldu. Tað vísti seg, at streymmátarin var tærdur, og neyðugt var at skifta hann. Streymmátarin er nú skiftur, og atlit tikin at steðga tæringini. Streymmátingarnar síggjast her.