Royndirnar við sílafelluni í 2019 góvu nógv spennandi úrslit. Sílafellan er nú tillagað nakað, soleiðis at sílini hava betri umstøður, meðan tey bíða eftir at verða kannað.

Sílagransking í Sandá

GRANSKING: P/F Fiskaaling hevur sílafellu undir niðaru brúnni yvir Sandá. Hetta er liður í verkætlan um kanning av føroyskum sjósílum.

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling fór tí í 2019 undir eina verkætlan, har endamálið er at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Henda verkætlanin heldur nú fram í 2020.

Sílafellan, sum er sett upp í Sandá, savnar síl, ið eru á veg á sjógv. Hvønn morgun verður fellan kannað, og granskarar gera mátingar av sílunum og taka roðslu at kanna nærri.

Úrslitini koma síðani at siga nakað um, nær smoltið fer á sjógv, og um longd, vekt, konditión og aldur. Verkætlanin fer við hesum at kunna meta um ferðingarmynstur og trivnað.

Sum liður í verkætlanini, verða sjósíl á sjónum eisini kannaði. Umframt at Fiskaaling savnar inn eitt loyvt tal av sjósílum við gørnum, kann ein og hvør, ið fær síl, savna inn roðslu til Fiskaaling og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskaaling.

Sílafellan verður í hesum umfarinum standandi til juli 2020. Tað er Havbúnaðarfelagið, ið fíggjar verkætlanina.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling, tlf. 77 47 03, kirstin@fiskaaling.fo.