Tara ílegur

Í sambandi við Ph.D. verkætlanina hjá sær "Porphyra in the North Atlantic and the connection to the North Pacific Porphyra - diversity, distribution, ecology, morphology and phylogeny" ger Agnes Mols Mortensen ílegukanningar á starvsstovuni hjá Fiskaaling við Áir. Agnes hevur áður verið knýtt at Fiskaaling í sambandi við verkætlanina "Gróður á alinótum", og myndin til høgru er frá tí arbeiðnum. Sum Ph.D. lesandi er Agnes knýtt at University of New Hampshire og umleið 1 ár er eftir av verkætlanini.