Undirvísing í aling á Setrinum

Lívfrøðilesandi á setrinum, sum hava valt havlívfrøði sum linju á seinasta ári, hava havt høvi at seta seg inn í aling. At aling er eitt sera tvørfakligt øki sæst tíðiliga á talinum á undirvísarum. Ikki færri enn 13 fólk undirvísa tær 8 vikurnar, skeiðið varir. Av hesum eru 5 starvsfólk frá Fiskaaling. Próvhoyrari og próvdómari vera eisini frá Fiskaaling. Fólk á Fiskaaling hava undirvíst í rognaframleiðslu og kynbótararbeiði, dimensionering av nótum í mun til streymviðurskifti og oxygennýtsluna í aliringunum, laksafóður,  umhvørvisdálking, lús og avlúsingarhættir, har stórur dentur eisini varð lagdur á rognkelsi sum reinsifisk. Eisini hevur verið undirvíst í aling av tara.  Umframt at næmingarnir hava verið til fyrilestrar, hava teir havt høvi at vitja rognaframleiðsluna við Áir og Sjódepilin í Nesvík, har tey hava fingið innlit í aling av rognkelsi og tara. Afturmeldingarnar frá teimum lesandi hava verið jaligar. Tey halda, at tað er sera áhugavert at síggja, hvussu lívfrøðin spælir inn allastaðni, og hvussu vitan verður nýtt í tí praktiska lívinum.