Unn Laksá á Vitan til varandi aling 2023

Unn Laksá er stjóri í Sjókovanum. Hon hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við altjóða granskingarverkætlanum innan bláa lívfeingisbúskapin, har hon hevur arbeitt nógv við burðardygd og samfelagsbúskaparligum viðurskiftum rundanum fiski- og alivinnuna.

Á ráðstevnuni fer Unn Laksá at greiða frá hvussu veðurlagsbroytingar kunnu ávirka alivinnuna, við støði í úrslitum frá ClimeFish verkætlanini, sum hon var partur av. 

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra