Vatngóðska avgerandi týdning fyri smoltaling

MENNING: Hósdagin og fríggjadagin skipar Fiskaaling fyri skeiði í endurnýtslu av vatni á smoltstøðum, har millum annað ein av fremstu granskarum innan økið verður høvuðsfyrilestrarhaldari. Áhugin er sera stórur í vinnuni fyri skeiðinum, sum við umleið 80 luttakarum er meira enn fullteknað.    Bæði alivinnan og avvarðandi myndugleikar hava tikið væl undir við broytingunum á Fiskaaling, sum merkja, at felagið nú er farið frá at vera framleiðari av rogn og yngli, til í enn størri mun at framleiða vitan og veita tænastur til alivinnuna.  Sum ein liður í hesum bjóðar Fiskaaling alivinnuni, myndugleikum og øðrum við áhuga ella sambandi við alivinnuna, til eitt 2-daga skeið, har høvuðsevnið er endurnýtsla av vatni á smoltstøðum – á fakmáli nevnt resirkulering ella RAS (Recirculating Aquaculture Systems). Undirtøkan er sera góð, staðfestir Elin Djurhuus Samuelsen, granskari á Fiskaaling, sum hevur lagt skeiðið til rættis. - Stóri áhugin bendir á, at tørvur er hjá vinnuni og teimum við tilknýti til vinnuna, at nema sær størri vitan innan resirkulering, fyri betri at vera før fyri at loysa tær avbjóðingar, sum stinga seg upp av slíkum slagi í dagliga virkseminum. Á Fiskaaling leggja vit okkum eftir at menna vitanina innan aling á landi, ið er eitt øki í støðugari menning. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú flestu alifeløgini eru farin undir at ala størri smolt á landi, fyri harvið at stytta um tíðina á sjónum, har serstakliga lúsin er ein áhaldandi trupulleiki, sigur Elin Djurhuus Samuelsen. Skeiðið í resirkulering er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum við at framleiða viðkomandi vitan og tænastur til vinnuna og harvið tey, sum starvast innan smoltframleiðslu. Fiskaaling hevur lagt seg eftir at leggja eina fjølbroytta skrá við norska granskaranum, Kari K. Attramadal, sum høvuðsfyrilestrarhaldara. Kari er serfrøðingur innan resirkulering á smoltstøðum, og hon starvast sum sonevnt post doc á Norges teknisk-naturvitenskapelige universitet (NTNU) í Trondheim. Harumframt hevur hon tilknýti til SINTEF Ocean, har hon millum annað leiðir stóra granskingarverkætlan við tí fyri eyga at gera eina skipan til eftirlit av mikrobiologiini á smoltstøðum við resirkulering (MonMic). Á skeiðinum fer Kari millum annað at viðgera evnir sum tørv hjá fiski, vatngóðsku, viðgerð av vatni, biofiltur, biotryggleika, reinsing og annað. Eisini heldur Elin Djurhuus Samuelsen, granskari á Fiskaaling, tveir fyrilestrar undir heitunum, "Biofilturaktivitetur og RAS stabilitetur” og "Strongd hjá laksasmolti við útseting”, har hon fer at greiða frá úrslitum av sínum kanningum innan hesi øki seinasta árið. Harumframt verdur eisini ein gestafyrilestur seinna skeiðsdagin, har Petra Petersen, granskari á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, fer at greiða frá virus og bakterium á smoltstøðum. Eisini fara umboð fyri tær tríggjar alifyritøkurnar í Føroyum, Bakkafrost, Luna og Marine Harvest Føroyar, at hava styttri framløgur, har tey fara at greiða frá teirra virksemi úti á smoltstøðunum.  - Stóri lúsatrupulleikin á sjónum ger, at alifeløgini í hægri mun eru noydd at stytta um tíðina á sjónum og flyta partar av framleiðsluni upp land og ala størri smolt. Slíkt setir millum annað stór krøv til vatngóðskuna á smoltstøðini yvir eitt longri tíðarskeið, so smoltið fær bestu liviumstøður, áðrenn tað verður sett út. Hetta kann bera í sær ymsar avbjóðingar í sambandi við vatngóðskuna, eitt nú høgt frítt CO2, høgt nitrit og nitrat, óstøðug iltviðurskifti og pH. Hesi kunnu síðani hava beinleiðis neiliga ávirkan á fiskin. Tískil heldur Fiskaaling tað vera av stórum týdningi at bjóða fram skeið í eitt nú resirkulering, so alifeløgini og onnur áhugaði kunnu nema sær nýggjastu vitanina innan økið og sparra sínamillum um felags avbjóðingar, sigur Elin Djurhuus Samuelsen. Fiskaaling hevur ætlanir um framhaldandi at skipa fyri slíkum tiltøkum fyri vinnuna, og sostatt verður uttan iva talan um afturvendandi skeið av hesum slagi. Hetta fyrsta skeiðið hjá Fiskaaling av slíkum slagi verður hildið á Panorama á Hotel Hafnia hósdagin 19. og fríggjadagin 20. apríl.