Óneyv kópahagtøl

Tað er ikki heilt greitt, hvussu føroyski kópastovunurin er fyri, tí eingi nágreinilig tøl eru, sum vísa tað, sigur Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum. Viðhvørt hevur verið róð fram undir, at kópastovnurin á okkara leiðum er í so stórur, og at hann er til bága fyri eitt nú alingina. Eisini uttanlands verður gjørt nógv burtur úr teimum trupulleikum, vinnan á sjónum hevur av kópi. Danskir, og serliga svenskir fiskimenn, siga dagliga frá kópi, sum ger seg inn á veiðu og reiðskap. Serliga í Eystursjónum stendur illa til, láta teir at. Føroyakir alarar siga ikki so nógv um hesar trupulleikar, men av Náttúrugripasavninum verður sagt, at tað er ikki nakað, sum beinleiðis bendir á, at so er. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at tað ber illa til at siga nakað neyvt um, hvussu stórur stovnurin er, ella um hann er nøkur hóttan móti nakrari javnvág ella vinnu. Stutt og greitt tí, at vit vita ov lítið um hann. -Nakað verður skotið árliga. Kanska einir 100 kópar ella so, sum tað sær út í løtuni, sigur hann. Hetta byggir hann á tey tøl, hann fær sendandi frá alarum, sum boða frá, tá teir hava avlívað kóp, sum teir meta vera eina beinleiðs hóttan móti fiskinum í ringunum. -Men tað er lítið sannlíkt, at hetta er nakar stórur trupulleiki, og menn eru rættiliga lagaligir í so máta í dag í mun til, hvussu hugburðurin var fyri nøkrum árum síðan, heldur Bjarni Mikkelsen. Kópar verða ikki skotnir fyri eitt gott orð í dag, soleiðis sum onkuntíð hevur verið gjørt. Og tað er eisini í nokk so avmarkaðum tíðarskeiði, at teir verða skotnir. Hann sigur, at tað mesta verður skotið í tíðarskeiðinum frá november til januar, og at talan tá vanliga er um nósar frá heystinum fyri. Slíkar, sum leita sær eftir einum øki at vera, og villast inn millum alibrúkini, har teir kanska vænta sær lættari føðslu, enn har, teir skulu berjast um hana. Ananrs er kópurin sera staðbundin, sigur Bjarni Mikkelsen og vísir til merkingar, sum hava verið gjørdar. Kópurin støðast væl á teimum "villu” økjunum, sum hann tekur til.