Økt bjartskygni um aling á harðbalnum økjum

KANNINGAR: Í nøkur ár hevur Fiskaaling gjørt kanningar av, hvørt tað er møguligt at ala á meira harðbalnum økjum í Føroyum, enn higartil hildið hevur verið ráðiligt. Móti vári verður aftur ein roynd gjørd at ala á Sandsvág. Tó ikki á sama staði sum seinast, har laksurin ikki toldi harða streymin, sum tók seg upp í nógvum brimi.  Alifyritøkurnar vilja fegn hava fleiri økir at ala á, og fyri nøkrum árum síðani tók Fiskaaling stig til samstarv við alivinnuna fyri at kanna, um tað ber til at fara longur út á hav við aliringum. Eitt nú var ein ætlan eystan fyri Nólsoynna, sum tó ikki kom nóg langt til at kunna gera nakra greiða niðurstøðu um, hvørt tað var møguligt at staðseta aling í tí økinum. Ein meira ítøkilig roynd varð gjørd á Sandsvág í samstarvi við Marine Harvest, har tveir aliringar vórðu lagdir, og smolt sett út. Nógv vitan kom burtur úr verkætlanini, men tað vísti seg, at fiskurin ikki toldi tann harða streymin, sum tók seg upp í serliga ringum veðri. - Vit høvdu væntað, at størsta avbjóðingin fór at vera alda, men rættiliga óvæntað vísti tað seg, at tað var streymurin, ið elvdi til størstu trupulleikarnar, og sum gjørdi, at nógvur fiskur doyði. Hetta við, at serliga harður streymur tekur seg upp í nógvum brimi av vestri, er eitt rættiliga serstakt fyribrigdi, sum vit ikki hava mátað aðrastaðni í Føroyum, sigur Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling. Fiskaaling hevur síðani kannað eitt størri øki á Sandsvág, og tað seg vísir seg, at alibrúkið liggur áleið har, sum hetta rákið, ið tekur seg upp í serliga nógvum brimi, er harðast. Við at fara nærri landi ella longur út, ber til í ávísan mun at sleppa undan hesum rákinum. Longur inni á vágni er rættiliga grunt og longur úti eru avbjóðingarnar viðvíkjandi aldu størri og tí eisini rættiliga óarbeiðsligt um veturin. Í fyrstu atløgu er ætlanin at halda fram við verkætlanini longur inni á vágni, greiðir Øystein Patursson frá. Bæði á Fiskaaling og á Marine Harwest er bjartskygni nú so stórt, at tað eisini ber at ala á eitt nú Sandsvág, at ætlanin er at leggja tveir ringar út komandi ár við stórum smolti.  Fiskaaling hevur eisini gjørt mátingar á øðrum harðbalnum økjum í Føroyum. Millum annað á Velbastað, í Svínoyarfirði, í Vestmannasundi og vesturi á Víkum undir Vágoynni, men higartil er bert aling á Velbastað og á Sandsvág. Um nakar ynskir at vita meira um hetta, ber til at seta seg í samband við Øystein Patursson, granskara á Fiskaaling, tlf. 774787.