Burðardygg nýtsla av firðum

At ala á firðunum krevur vitan um fysisku og lívfrøðiligu viðurskiftini. Vitanin er neyðug, tá metast skal um, hvussu alingin kann mennast, og í hvønn mun alivirksemi ávirkar firðirnar. Allar dátur um firðirnar skulu savnast, so møguligt verður at granska í, hvussu vistskipanin virkar.
Firum fer at menna vitan um djórasamfeløg, tarafjølbroytni og gróður á firðunum. Hugt verður eisini eftir, hvussu ymisk sløg av aling ávirka hvørja aðra.

Arbeitt verður við at menna ein myndil, ið lýsir, hvussu rák og lagdeiling av sjógvi broytist við árstíðunum og verður ávirkað av veðrinum.