Vitan til Varandi Aling 2023

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 20. oktober 2023. Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Tað er á øðrum sinni, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling. Í 2021 hevði koronastøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd. Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og hava sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.

Skráin er skipað við trimum blokkum. Blokkarnir eru:

Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð. 

- Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum. 

- Aling, búskapur - og samfelagsviðurskifti: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum.  

               

Luttøkugjaldið er 1.950,00 kr. (u/MVG) fyri hvønn luttakara. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av. Lesandi luttaka ókeypis. 

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.foFreistin er mánadagin 16. oktober.   

Les skránna her.